Í nátt varð ein maður sligin fimm ferðir av einum øðrum, sum hann ongantíð áður hevði tosað við. Teir báðir kendist ikki, men kortini fekk gerningsmaðurin hug at langa nevan eftir offrinum fimm ferðir.
Tað byrjar hjá løgregluni við, at ein kona ringir inn og sigur, at ein maður er komin til hennara í neyð, tí hann varð illa sligin. Løgreglan leitar eftir gerningsmanninum men finnur hann ikki beinan vegin.
Í morgun hevur løgreglan tó funnið fram til mannin, og tá hann er avrúsaður aftur, fer løgreglan undir at avhoyra mannin.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey hava eitt vitni, tey hava offri og gerningsmannin, so málið verður avgreitt seinni í dag.
Ógrundaður harðskapur er ein trupulleiki, sum løgreglan kennir væl.
Orsaka av, at fólk eru ávirkað av rúsdrekka ella rúsevnum í býnum, hendir tað mangan, at ógrundaður harðskapur kemur fyri.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at størsti trupulleikin í slíkum førum er, at fólk drekka ov nógv í býnum.
Gerningsmaðurin verður ikki grundlógaravhoyrdur – ella framsettur, sum tað rópast – men hann er kunnaður um, at ein skuldseting helst er ávegis.