Grundøkini verða ikki munandi dýrari

Ein avleiðing av samanlegging kundi hugsast at verið, at grundøkini fara at gerast dýrari, og at tað tískil verður dýrari at seta búgv. ? Grundøkini, sum vit nú eru í holt við at útstykkja, verða seld fyri tað, tey kosta, sigur Jógvan Thomsen, bygdarráðsformaður í Nólsoy

Samanlegging

Nakrir fyrimunir eru og nakrir vansar eru.
Soleiðis vil tað nú einaferð vera, tá ið samanleggingar verða framdar millum kommunur. Fólkið, sum atkvøður fyri, væntar í fyrsta lagi, at fyrimunirnir verða størri enn vansarnir. Tey, sum eru ímóti ? ella ivast ? halda kanska, at samanleggingina kann bíða eitt sindur. Tey, ið eru fyri, grundgeva fyri síni støðutakan og tey, sum eru ímóti, grundgeva fyri síni.
Í Kollafirði frættist, at ein avleiðing av samanleggingini við Tórshavnar kommunu, er, at grundøkjaprísirnir verða nógv hægri, enn teir annars hava verið.
Sosialurin hevur spurt Jógvan Thomsen, bygdarráðsformann í Nólsoy, hvørjir prísirnir á nýggju grundøkjunum, sum kommunan nú útstykkjar, verða.
Tað er nevniliga soleiðis, at Nólsoyar kommuna arbeiðir við eini útstykking, sum í fyrsta lagi fevnir um 9 grundøki eysturi undir Brekkuni, tey rópa.
Arbeiðið er komið væl áleiðis, og skjótt verður bert bíðað eftir, at Matrikulstovan kemur út til Nólsoyar og býtir grundøkini sundur.

Útreiðsluneutral

Jógvan Thomsen sigur, at nýggju grundøkini verða seld fyri tað, tey kosta. Tað merkir, at tey verða útreiðsluneutral fyri kommununa.
- Hetta er ein beinleiðis fylgja av lógini um siðvenju, har møguligur undirprísur merkir, at onnur noyðast at gjalda fyri tann, ið setir búgv. Tí verða grundøkini seld fyri tað, tey kosta.
Jógvan Thomsen sigur, at sambært metingini, fer
kommunan at selja hesi grundøkini fyri umleið 100.000 krónur hvørt, og tá liggur kloakk og vatn til økini.
- Skulu vit selja bílig grundøkir til fólk, sum vilja seta búgv, er neyðugt, at útstykkingararbeiðið verður gjørt bíligt. Í hesum førinum liggur kostnaðurin um tær 100.000 krónurnar, sigur hann.

Til heystar

Bygdarráðsformaðurin sigur, at útstykkingarvegurin, sum RTS, Runavíkar Transportservice, hevur gjørt, er um at verða liðugur.
- Eg vænti, at hesi grundøkini verða klár einaferð til heystar, sigur Jógvan Thomsen at enda.