Nú líkt er til, at gongd er aftur komin á málið um Skálafjarðartunnilin, bjóðar Sjóvar kommuna nú fleiri grundøki í bygdini. Strendur: Tá hesin tunnilin gerst veruleiki, verða bert fáir minuttir at koyra av Strondum til Havnar ella øvugt.
Hetta ger sítt til, at kommunan nú boðar frá, at grundøki eru tøk á ikki færri enn trimum støðum í bygdini ? á Hálsagøtu og á Rættartrøðni, og í teirri stóru útstykkingini í Lánni.
Prísurin fyri hesi grundøkini má sigast at vera rímiligur ? 85 kr. fermeturin á Hálsagøtu, 125 kr. á Rættartrøðni og 200 kr. í Lánni.
Av kommunuskrivstovuni verður sagt, at tey ið hava áhuga fyri hesum økjum, kunnu venda sær skrivstovuna fyri at frætta nærri um hesi økini.