Hvannasund: Åh, er tað tú! Ja, vit hava fund nú týskvøldið. Og tá kemur tað fyri og so avgreiða vit tað.
Ein maður hevur ringt á kommunukontórið við einum fyrispurningi til borgarstjóran.
Hann er spentur eftir at vita, hvussu verður við umsókn hansara um byggiloyvi.
Ætlan hansara er at byggja sær eini sethús her í Hvannasundi. Og nú ynskir hann eitt svar frá kommununi um, hvussu verður við hesum.
Hann hevur borgarstjóran, Júst Poulsen í telefonini hesa løtuna. Borgarstjórin er sjálvur á kontórinum hvønn hósdag, og tá liggur fyri at fáa eitt greitt svar.
Nær tú fært boð?! Vit hava fund týskvøldið. So tað verður mikudagin. OK?!
Jú, hesin maðurin er nøgdur við svarið. Nú kann hann fara undir endaligu fyrireikingarnar til arbeiðið at seta føtur undir egið borð her í bygdini.
Hann er kortini ikki tann einasti sum gongur við slíkum hugsanum. Ikki færri enn tríggir mans ætla at fara undir bygging av egnum sethúsum í summar.
Bygdaráðið í Hvannasundi hevur í kvøld sín fyrsta regluliga fund í nýggja árinum. Og tá er avgreiðslan av hesum eina byggiloyvinum eitt av málunum á skránni.
Altíð øki tøk
Hóast Hvannasund liggur nærhendis Klaksvík, har nógv arbeiðspláss eru, so var tað eitt langt tíðarskeið har einki sethús varð bygt í kommununi, sum fevnir um bygdirnar báðumegin Hvannasund.
Frá 1991 og heilt fram til 2002 varð einki sethús bygt her. Tað var ikki so gott, sigur Júst Poulsen
Borgarstjórin kann í dag tíbetur staðfesta, at síðani tá er alt viðvent. Nú er hinvegin stórur byggiáhugi í Hvannasundi:
Í løtuni eru tvey sethús í gerð, og í næstum verður farið undir bygging av trimum - møguliga fýra sethúsum aftrat, helst longu í summar.
Vit eiga nøkur grundøki tøk, og vit kunnu eisini altíð útvega grundøki, tá fólk biðja um tað.
Tað vísir seg ikki at vera nakar trupulleiki at fáa øki her, sigur borgarstjórin.
Eftirkomarar
Júst Poulsen er ikki í iva um, hvønn týdning tað hevur at fólk vilja búseta seg í bygdini.
Tað hevur stóran týdning. Tað betýðir faktist alt fyri eina kommunu.
Fáa vit ikki borgarar í kommununa, so er eingin framtíð hjá okkum. So er eingin at taka við og eingir eftirkomarar - tað er sum eini hjún uttan børn, sigur hann.
Kommunan hevur eisini lagt seg eftir at hava góðar umstøður til barnafamiljurnar, bæði til børnini í og undir skúlaaldri.
Kommunan hevur ætlanir um at byrja eina útbygging og umvæling av skúlanum á Fossánesi í ár.
Í kommununi finst eisini ein dagstovnur, sum heldur til í teimum húsunum sum vórðu gjørd í stand fyri nøkrum árum síðani.
Eitt sindur um Hvannasund
Vinnulívið í kommununi er nærum alt fiskivinna og útróður.
Havnaviðurskiftini eru góð.
Í 1963 varð flakavirki bygt í Norðdepli. Síðani bergholini vóru gjørd í 1967, er samvinnan við Klaksvík vorðin sera stór. Koyrdar verða bæði virkaðar og óvirkaðar vørur millum kommunurnar.
Í 1974 kom byrging um Hvannasund, so Borðoy og Viðoy vórðu samanbundnar. Rutubáturin út til Svínoyar og Fugloyar siglir út frá Hvannasundi.
Í 1985 varð nýggjur skúli bygdur á Fossánesi, og her ganga nú øll børnini í kommununi í skúla til og við 7. skúlaár. Skúlabørnini í framhaldsdeildini verða koyrd til Klaksvíkar.
(Kelda: Hvannasund.fo)