Framsýning
Hon fór á náttartíð grulvandi eftir goingubreytunum í New York við pappíri, sum hon legði á breytir og veggir til tess at avmynda stórbýarinnar skitt og grafitti, sum vit um vikuskiftið so kunnu síggja í Listaskálanum.
Pia Schutzmann, hvørs foreldur vóru donsk, er fødd í Bergamo í Italia í 1940 og hevur síðan búð í Ísrael, København, New York og síðan 1989 í Fraklandi.
Hon gekk frá 1970 til 1977 á listaskúla í København, og gjørdi fyrstu árini vart við seg sum naturalistiskur teknari og grafikari.
Hon hevur málað nógvar andlitsmyndir. Millum aðrar av drotningunum báðum, Ingrid og Margrethu, umframt fleiri øðrum kendum dønum. Eisini hevur hon skrýtt eitt nú yrkingarsøvn við tekningum sínum.
Á framsýningini, sum letur upp í Listaskálanum í dag klokkan 16.00 verða tó ikki vístar naturalistiskar myndir, men nýggir, abstraktir málningar og dømi um spormyndir úr New York, sigur Listasavn Førya í tíðindaskrivi.