Grugg flytir fokus!

Tað hevur verið alment frammi, at eyka kostnaður, áljóðandi 25 milliónir krónur, skal brúkast til Tórshavnar Kommunuskúla, um 10. flokkur verður í skúlanum komandi ár.

Hetta er beinleiðis skeivt – ja, ein villleiðing!
Umleið 80, 10. floksnæmingar eru í løtuni í Tórshavnar Kommunuskúla, og tað kostar ikki eina einastu krónu eyka framhaldandi at hava hetta talið – svarandi til helvtina av 10. floksnæmingum í kommununi – í Tórshavnar Kommunuskúla komandi skúlaár.
Fyri nøkrum mánaðum síðani vóru umboð úr Tórshavnar Býráði, arkitekti og umboð fyri fyrisitingina í býráðnum á vitjan í Kommunuskúlanum, har tey løgdu eina heildarætlan fram viðvíkjandi Tórshavnar Kommunuskúla.
Heildarætlanin umfatar m.a. umvæling og umbygging av sethúsunum við Tróndargøtu til 4.,5. og 6. flokk at húsast í, og umvælingar og umbyggingar á stóra gula høvuðsbygningin, varð upplýst á hesum fundinum. Fyrri bygningurin er 93 ára gamal, seinni 53 ára gamal og eru báðir sum øllum kunnugt sambært byggifrøðingum í sera vánaligum standi. Tí er tað ikki rætt at siga, at 10. flokkur hevur nakað sum helst við hesa neyðugu umvælingarætlan at gera. Øll vita, at skúlin er fongdur við soppi og er fyribilsviðgjørdur, men hetta skal sjálvandi fáast í rættlag undir øllum umstøðum.
Tað er frá kommununar síðu lagt upp til at føra hesa heildarætlan út í lívið yvir eitt áramálsskeið uppá 4-5 ár. Hetta er ein ætlan, sum má setast í verk – skuldi helst langt síðani verið sett í verk - og hevur als einki samband við 10.flokk, um 10. flokkur er á skúlanum ella ikki!
Tórshavnar Kommunuskúli hevur eina framúr góða 10. floksskipan, sum leiðsla og starvsfólk skúlans hava ment seinastu umleið 4 árini. Hetta er ein sólskinssøga, og eigur Tórshavnar kommuna heldur at breggja sær av at hava ein skúla sum veruliga hevur ment eitt 10.floks tilboð sum næmingar, foreldur og lærarar eru glað fyri.
Tað er hugstoytt, at ístaðin fyri gleði og stoltleika er hetta vorðið ein kleppur um beinini hjá kommununi, og býráðspolitikkarar eru enntá farnir so langt sum at seta umbygging av Kommunuskúlanum upp ímóti ellisheimi yviri við Strond. Tílíkt eigur ikki at koma fyri í einum siðmentaðum samfelagi – vit skriva 2009 !
Vænti og vóni, at umrøðan av hesum máli, verður vend aftur á beint, so ein verulig viðgerð kann fara fram, á sakligum grundarlagi til gagns fyri allar partar.


Andrea Heindriksdóttir, forkvinna í skúlastýrinum fyri Tórshavnar Kommunuskúla