Grov lógarbrot í EIK

EIK-MÁLIÐ Tað er ikki óvanligt, at greiningar av viðurskiftunum í bankum, ið eru yvirtiknir av Fíggjarligum Støðufesti vísa á viðurskifti, ið verða meldað til løgregluna. – Talan er um eitt lógarbrot av einum slíkum grovum karakteri, at vit meta okkum hava eina góða sak, sigur pressustjórin í Fíggjareftirlitinum

Rógvi Nybo


Í farnu viku kunngjørdi danska Fíggjareftirlitið, at tað varð liðugt við greiningar av móðurfelagnum í gamla Eik Banka, Eik Banki P/F, og danska dótturbankanum, Eik Bank Danmark.
Í samband við greiningarnar varð komið fram á viðurskifti í danska dótturbankanum, ið vóru av slíkum álvara, at hesi nú eru meldað til bakmansløgregluna. Einki verður tó sagt um hvønn Fíggjareftirlitið hevur gjørt av at melda.

Óforsvarlig bankaleiðsla
Tað er tó greitt, at talan er um eitt álvarsligt mál, tá Fíggjareftirlitið velur at melda til bakmansløgregluna. Um tað eru hesi viðurskifti ella onnur, ið eru meldað til løgregluna, er ikki enn greitt. Men greiningarnar hjá Fíggjareftirlitinum vísa á fleiri álvarsom viðurskifti, ið ikki vóru í lagi í gomlu Eik konsernini, bæði í føroyska móðurfelagnum og danska dótturbankanum.
Eitt nú vísur greiningin av danska dótturbankanum, at leiðslan í bankanum kann ábyrgdast fyri at hava hildið áfram við bankavirkseminum óforsvarliga leingi og eftir ta tíð, har advokaturin metti, at bankin ikki longur kundi liva upp til lógarfestu solvenskrøvinum (vónloysistíðspunktið).
Eisini vísur greiningin, at bankin í fleiri førum hevur brotið lógina um fíggjarligt virksemi. Eitt nú við at hava skyldur so stórar, at tær eru størri enn 25 prosent av basiskapitalinum - reelt hevði bankin í størsta førinum skyldur fyri eina upphædd, ið svaraði til 57 prosent av basiskapitalinum.

Fordømi finnast
Kunningarstjórin í Fíggjareftirlitinum, Søren Møller Christensen, er fámæltur, tá vit royna at fregnast nærri um hesi viðurskifti, hvønn Fíggjareftirlitið hevur meldað, hvørji lógarbrotini eru og hvat næsta stigið er fyri Fíggjareftirlitið. Men sambært honum er tað ikki óvanligt, at Fíggjareftirlitið kemur fram á viðurskifti, ið føra til melding til bakmansløgregluna, eftir at Fíggjarligt Støðufesti hevur gjøgnumgingið og ruddað upp í kollsigldum bankum.
Tað er tó greitt, at talan skal verða um álvarslig brot á lóggávuna, áðrenn hesi verða meldað til bakmansløgregluna at kanna nærri.
- Eg kann siga somikið sum, at talan er um eitt groft lógarbrot, ið er av slíkum slag og álvara, at vit meta okkum hava eina góða sak, tá vit vejla at lata málið víðari til bakmansløgregluna, sigur Søren Møller Christensen, kunningarstjóri í Fíggjareftirlitinum.


Fode peikaði á leiðsluna
Ein onnur advokatgreining av viðurskiftunum í Eik Banki Føroya P/F, ið advokaturin Carsten Fode stóð fyri frá 2010 til 2011, og sum skuldi greina týdningarmestu orsøkirnar til, at bankin kollsigldi, vísti eisini á fleiri álvarsom viðurskifti í bankanum.
Tann kanningin nevndi fleiri lyklapersónar í bankanum við navni, eitt nú forstjóran Marner Jacobsen, stjórarnar Brian Toft, Jesper Clausen og Kim Sandberg, umframt fleiri nevdarlimir, og munnaði út í einum sakarmáli við endurgjaldskravi móti fleiri táverandi og lyklapersónum í Eik Banka.
Um tað eru hesi somu fólk, ella onnur, ið nú eru meldað til bakmansløgregluna, bar ikki til at fáa svarað frá Fíggjareftirlitinum. Mett verður, at Fíggjareftirlitið við hesum nú er liðugt við viðgerðina av gamla Eik Banka og danska dótturbankanum, Eik Bank Danmark.


rogvi@sosialurin.fo



-------------


Øktu útlánini við 600 prosentum

Í tíðarskeiðinum frá 2004 til 2008 fylgdi samlaða Eik-samtakið eini vakstrarætlan. Móðurfelagið, Eik Banki økti í hesum tíðarskeiði útlánini við umleið 100 prosentum, harav bróðurparturin av vøkstrinum var í 2007. Dótturbankin, Eik Bank Danmark, økti í sama tíðarskeiði, eitt nú gjøgnum uppkeyp, síni útlán við umleið 600 prosentum. Bara í 2007 økti danski dótturbankin síni útlán við 150 prosentum.