Groth Nolsøe 70 ár

Mikudagin 11. februar 2009 fylti dalbingurin Groth Nolsøe 70 ár.

Groth er sonur Demmus Nolsøe úr Dali, sum var uppvaksin á Trøðum á Sandi, og Onnu, fødd Johannesen, eisini úr Dali. Groth er giftur Fridu, ættað úr Elduvík og saman eiga tey fimm døtrar og átta abba- og ommubørn.


Groth er útlærdur timburmaður í 1960 og fekk hann dugnaskapsprógv fyri sveinastykki sítt. Groth hevur síðani arbeitt sum sjálvstøðugur og er enn sera virkin maður. Sandoyarportalurin heilsaði Groth við hesum vøkru orðum:


"Fyri okkum sum koma aftaná er Groth ein varði á leiðini. Hegni hansara hevur gjørt at nógvir varðar standa eftir honum".