Grótgarðurin í Garðsenni er nú liðugur

- Andreas Olsen hevur staðið fyri arbeiðnum, sum er sera væl úr hondum greitt

 

Hvalbiar kommuna hevur nú latið gera ein nýggjan grótgarð í Garðsenni, eftir at vegurin í økinum fyri tíð síðani varð breiðkaður.

 

- Í tí sambandi samtykti kommunan, at garðurin skuldi laðast upp aftur. Avtala varð gjørd við jarðareigararnar fram við vegnum um hetta.

 

Í Hvalbiar kommunu takka tey fyri gott samstarv og vælvild.

 

- Arbeiðið at laða grótgarðin hevur Andreas Olsen staðið fyri, og úrslitið er sera væl úr hondum greitt, siga tey í Hvalbiar kommunu.