Í Vága kommunu verður arbeitt við at skipa grótbrotið í Sandavági sum vinnuøki. Økið liggur væl fyri við landsvegin, og í kommununi siga tey, at áhugin fyri økinum millum vinnurekandi er stórur.
Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, sigur, at byggisamtyktin fyri økið er broytt, soleiðis at grótbrotið nú er vinnuøki. Hann vísir á, at samlaða økið er fleiri enn 27.000 fermetrar tilsamans.
- Ovari partur av økinum er púra slættur og planeraður, men nakað skal spreingjast og lækkast í niðara parti. Í løtuni hava vit einar 18.000 fermetrar av økinum, sum kunnu brúkast til vinnulig endamál.
Borgarstjórin ásannar, at kommunan einki veruligt vinnuøki hevur og á einum fundi, sum var á kommunuskrivstovuni hóskvøldið, ynskti kommunan at fáa at vita frá vinnuni, hvørji ynskini eru.
Vága kommuna bjóðaði soleiðis øllum vinnurekandi, ið hava áhuga at reka vinnuligt virksemi úr grótbrotinum, til fundar, og her legði kommunan eisini fram sínar ætlanir við økinum.
- Eg vil ikki siga, at tað er beinleiðis gravgangur eftir at sleppa inn á økið, men kommunan hevur so einar 10-12 fyrispurningar frá vinnuni um júst hetta øki, sigur Bjarni Prior.
Hann leggur aftrat, at ein av orsøkunum til fundin hóskvøldið, var, at kommunan eisini ynskir at vita, hvussu nógv kommunan skal gera við økið í grótbrotinum í Sandavági.
- Her er pláss til nógvar vinnufyritøkur, og tað er eingin loyna, at stykkini, sum liggja út til landsvegin, eisini hava stórar møguleikar til vinnubygningar við sýnisgluggum, um so er, sigur Bjarni Prior.