Í Washington hevur Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, funnið mannin, sum skal røkja starvið hjá serliga sendimanninum Richard Holbrooke, sum doyði fyri tveimum mánaðum síðani.
Richard Holbrooke var serligur USA-sendimaður í Afghanistan og Pakistan, og tað starvið skal fyrrverandi diplomaturin Marc Grossman røkja frameftir. Hann var amerikanskur sendiharri í Turkalandi, til hann legði frá sær í 2005. Tá hevði hann verið diplomatur í 30 ár.
Marc Grossman er 59 ára gamal.
Richard Holbrooke var kendur sum diplomaturin, ið loysti stórar og truplar uppgávur. Hansara størsta bragd var friðaravtalan í 1995, sum endaði tað trý ára langa kríggið á Balkan. Holbrooke var 69 ára gamal, tá hann doyði í desember í fjør.