Grønur vøkstur í focus

Setrið skipar seinast í hesum mánaðinum fyri ráðstevnu um burðardygga umskipan og grønan vøkstur

Fróðskaparsetur Føroya skipar í døgunum 27-28 apríl fyri einari ráðstevnu/workshop við heitinum Green Growth Dialogue. Ráðstevnan verður skipað í samstarvi við universitet í Kanada, Grønlandi, Íslandi og Noregi.

 

Endamálið við ráðstevnuni er at bjóða til kjak og samrøðu, um hvussu samfelag, vinnulív og útbúgvingarstovnar í felag kunnu samstarva um burðadygga menning og grønan vøkstur. Samstundis verður nyggja masterútbúgvingin:  West Nordic Studies - Governance and Sustainable Management kunngjørd.