Grønlendskur landsstýrismaður á vitjan í Klaksvík

Í hjallinum hjá Bjørn Kalsø í Syðradali slapp Nick Nielsen at smakka á føroyskt kjøt.

Grønlendski landsstýrismaðurin í mentamálum, Nick Nielsen, var eftir fund í Norðurlandaráðnum boðin til Føroya at vitja. Tað var Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum beyð honum higar.

 

Nick Nielsen vildi á ferðini fáa kunnan um ymiskt inn føroysku skúlaskipanina. Hann fekk høvi at vitja fólkaskúlan, Sjónám og Tekniska skúla í Klaksvík. Her var nógv, sum vakti áhuga, og lagt varð upp til samstarv og meira kunning innan hetta økið í framtíðini.

 

Nick hevur verið í Klaksvík fyrr í ár, har hann eitt nú vitjaði Klaksvíkar kommunu – tá sum verkfrøðingur vegna eina kommunu í Grønlandi, har hann vildi vita meir um skipanina við burturkasti í Føroyum, og hvussu reinsiverkið til drekkivatnið var skipað. So, hann var fegin um at hitta fólk frá umsitingini og borgarstjóran aftur í gjár.

 

Stutt eftir ferðina í Føroyum fyrr í ár varð hann valdur til landsstýrismann í mentamálum í Grønlandi.
 

Eftir vitjan á Syðradali, har Bjørn Kalsø eitt nú beyð honum inn í hjallin at smakka á kjøtið, var farið í Christianskirkjuna, har Alex Sólstein greiddi hugtakandi frá sum altíð. Nick var sera hugtikin av vitjanini í kirkjuni og tók til listaverkini hjá Edwardi Fuglø í kirkjukjallaranum sum nakað heilt serligt.

 

Seinni um kvøldið var Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, vertur við ein døgurða í gamla Seglhúsinum hjá Grafia. Tá Nick Nielsen var her seinast, keypti hann sær eina morreyða troyggju, sum hann var so glaður fyri, at hann hevur gingið í henni síðani. Tí varð hildið hóskiligt at keypa honum eina opna troyggju frá Heimavirkinum, sum hann fegnaðist almikið um.

 

Hini í ferðlagnum vildu eisini sleppa at keypa sær okkurt, so heitt varð á Heimavirkið um at sleppa inn á kvøldartíð, so gestirnir kundu keypa sær okkurt tinganest við heim, og tað høvið fingu tey uttan hóvasták. 
 

Nick Nielsen er ikki hvør sum helst. Hann hevur verið uppi á Mount Everest, og hann hevur eisini róð runt alt Grønland við kajak. Hann er ógvuliga fyrikomandi og blídligur maður. Hann ynskti at koma aftur til Klaksvíkar - ikki í arbeiðsørindum, men vildi sleppa at ganga í fjøllunum. Eisini beyð hann sær til at halda fyrilestur um fjallaklintring.
 

Hetta fall í góða jørð, tí í mai komandi ár er ætlanin at hava eina heilsuviku, so kanska grønlendski landsstýrismaðurin í mentamálum tá stendur á skránni sum fyrilestrarhaldari.

 

Áðrenn Nick Nielsen, landsstýrismaður, við fylgi fór avstað aftur í morgun, hitti hann formannin í bróðurflokki sínum, Javnarflokkinum, Aksel V. Johannesen.

 

Orð & mynd: Dávur Winther.