Í døgunum frá 24. august til 27. august er eitt grønlendskt kór á vitjan í Føroyum. Kórið kemur úr eysturgrønlandi, úr býnum Tasiilaq.
Kórið nevnist Ingeratsiler fra Tasiilaq og er stovnað í 1983. Kórið er sera væl umtókt í Grønlandi, og eitt nú hava tey móttikið silvurplátur fyri útgávur sínar.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at tey á Føroyaferð síni fara at framføra eitt nú summar-, páska-, og jólasangir.
Fýra framførslur eru á skránni, og verða hesar í Havn, har Grønlendingahúsið er karmur um konsertina, í Christianskirkjuni í Klaksvík, í Fríðrikskirkjuni á Toftum og í Kvívíkar kirkju.










