Grønlendska tilfeingisgjaldið lækkað

Skipini, sum fara at fiska makrel í grønlendskum sjógvi, skulu rinda minni tilfeingisgjald, sum landsstýrið ætlaði.

Landsstýrið hevði skotið upp, at tilfeingisjaldið á makreli undir Eysturgrønlandi skal vera hálv onnur króna fyri kilo í ár, men fíggjarnevndin hjá Landstinginum hevur nú einmælt broytt uppskotið og sett gjaldið til 95 oyru.

 

Grænlendska landsstýrið hevur sett grønlendsku makrelkvotuna í ár til 100.000 tons, og verður øll kvotan fiskað, fer tilfeingisgjaldið at geva landskassanum 95 milliónir krónur.

 

At fíggjarnevndin valdi at broyta upprunauppskotið hjá landsstýrinum kemst komst millum annað av, at vinnan helt gjaldið frá landsstýrinum vera alt ov høgt. Vinnan vísti á, at talan er um eitt fiskarí við rættiliga stórum fíggjarligum váða, og at tað harafturat er neyðugt at leiga útlendsk skip til at fiska makrelin.

 

Mótmælið fekk landsstýrið at taka upprunauppskotið aftur og at mæla fíggjarnevndini til at lækka gjaldið. Tað er so endað á 95 oyrum. 

 

11 grønlendsk skip sleppa at fiska 52.000 tons av memkrelkvotuni, og 38.000 tons eru latin grønlendskum feløgum, sum skulu leiga útlendsk skip. Tey seinastu 10.000 tonsini hevur landsstýrið valt at hava sum eykakvotu, og hon kann fara til reiðarí ella skip, sum verða tey skjótastu at fiska sína kvotu.