Grønlendska tjóðin stóð saman, og nógv fylgdu við tá grønlendsku kvinnurnar til HM-endaspælið í hondbólti í desember stríddist manniliga móti yvirmaktini í sjey dystum. Grønland tapti allar sjey dystirnar, men í mun til manglandi royndirnar stóð liðið seg heiðurliga í nógvum dystum.
Nú HM er farið afturum kann grønlendska hondbóltssambandið staðfesta eitt undirskot á 600.000 krónur í roknskapinum fyri 2023. Tað skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq.
Við Sermitsiaq sigur formaðurin í grønlendska hondbóltssambandinum, Carsten Olsen: - Í hesum døgum stríðist vit við ein tungan búskap. Vit vóru greið yvir, at HM-endaspælið fór at økja nógv um útreiðslurnar hjá okkum. Vit eru við at gera tølini upp, men sum tað sær út í løtuni, so hava vit eina skuld sum er umleið 600.000 krónur, sigur Carsten Olsen.
Spurdur um HSF kann koma í eina líknandi støðu, sum grønlendska hondbóltssambandið aftaná EM-endaspælið í Týsklandi, svarar landsliðssamskiparin hjá HSF, Hallur Danielsen: - HSF hevur eina sera neyva fíggjarstýring, og vit leggja okkum eftir, at hvør króna verður brúkt so skynsamt sum gjørligt. Til EM eru nógvar útreiðslur, men vit fáa nakað av stuðuli frá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF. Føroysku spælaraklæðini hava selt ótrúliga væl. Vit fáa ein munagóðan part av yvirskotinum av søluni av spælaraklæðunum. Sigur Hallur Danielsen í stuttari viðmerking til in.fo.











