Grønlendsk kvinna stungin til deyðis

Hósdagin doyði ein 22-ára gomul kvinna í Kolding í Danmark, og nú eru tvey fólk handtikin og skuldsett fyri dráp.

 

Tvey fólk - ein maður og ein kvinna - eru nú handtikin og skuldsett fyri dráp av ungari kvinnu á einari adressu í Kolding í Danmark. Kvinnan varð funnin álvarsliga løstað og doyði av løstunum, hon hevði fingið. 

 

Tað var stutt eftir middag, at danska løgreglan fekk eina fráboðan um hendingina. Sambært upplýsingum, sum Sermitsiaq hevur fingið, er talan um eina grønlendska kvinnu. 

 

Sambært Jyske Vestkysten, sum Sermitsiaq endurgevur, nokta tey bæði handtiknu seg sek í málinum. Ákæruvaldið hevði biðið um grundlógaravhoyring fyri afturlatnum hurðum.

 

Orsøkin til, at biðið verður um afturlatnar hurðar er, at kanningararbeiðið er á byrjunarstigi, og at hildið verður, at ein annar persónur aftrat er undir illgruna í málinum. Talan er um eina kvinnu, sum enn ikki er avhoyrd.

 

Hin 22 ára gamla grønlendska kvinnan varð funnin álvarsliga løstað á yvirkroppinum, og hon doyði á sjúkrahúsi seinnapartin sama dag.

 

Sambært Sermitsiaq var ein 30 ára gamal maður og ein 29 ára gomul kvinna úr Kolding handtikin á somu adressu, sum hin 22 ára gamla varð funnin, og løgregan sigur, at umstøðurnar á staðnum gjørdi, at bæði nú eru skuldsett fyri dráp.

 

- Eftir grundlógaravhoyr í rættinum í Kolding í dag eru tey bæði varðhaldsfongslað í fyribils 14 dagar, og tey kærdu ikki avgerðina hjá dómaranum fyri landsrættin, sigur danska løgreglan.

 

Á rættarfundinum í dag kom fram, at hin 22 ára gamla varð stungin fleiri ferðir í bringuna. Danska løgreglan heldur, at unga kvinnan og tey bæði, sum nú eru skuldsett fyri dráp, kendust.