Grønlendingur til StÍF

Eykaleikari hjá VÍF skiftir til StÍF.

Undan hesum hondbóltskappingarárinum gjørdu garvaðu harrarnir á besta mansliðnum hjá VÍF, Heini Hanusarson, Sámal Joensen og Agnar Joensen, greitt, at teir allir steðgaðu við at spæla hondbólt á hægsta stigi í Føroyum. Hetta gjørdi sítt til, at VÍF ognaði sær grønlendingarnar báðar, Danny Brandt og Nuunu Lars Olsen. Danny er vinstrahentur bakkur og vongur, meðan Nuunu Lars er strikuleikari.

 

Sum tey flestu hondbóltsáhugaðu vita, so byrjaðu allir teir garvaðu harrarnir hjá VÍF aftur at spæla undan jólasteðginum. Eisini skifti danski Nicklas Selvig til VÍF frá KÍF, og tískil harnaði kappingin um plássini hjá VÍF sera nógv.

 

Ein, sum hevur kent sviðan av hesum, er Danny Brandt, ið ikki hevur spælt nakran dyst fyri VÍF síðani 3. januar.

 

Í dag skrivar jn.fo, at Danny Brandt fer at spæla við StÍF. Sambært tíðindaportalinum hevur venjarin hjá StÍF, Pole Hansen, váttað tíðindini.

 

Reglurnar viðvíkjandi leikaraskiftum mitt í kappingarárinum eru skrúvaðar saman á tann hátt, at ein leikari má halda steðg í ein mánaða, áðrenn hann kann spæla við nýggjum felagi. Tískil hevur Danny Brandt ikki lov at spæla nakran dyst fyri StÍF áðrenn 3. februar.

 

Í StÍF verður Danny Brandt ein av tveimum grønlendingum, ið umboðar strandingar. Málverjin hjá StÍF, Isak Olsen, er eisini úr Grønlandi.