Grønlendska námsfrøðingaútbúgvingin skal í næstum hava nýggja námsskipan, og í tí sambandi komu fimm umboð frá Socialpædagogisk Seminarium í Grønlandi í dag á Námsvísindadeildina á Setrinum. Hetta skrivar Fróðskaparsetur Føroya.
Gestirnir vildu hoyra um útbúgvingarskipanina í Føroyum við serligum denti á bachelorútbúgvingina í námsfrøði, sum verður boðin út á Setrinum.
Framløgur vóru á skránni um hægri lestur í Føroyum og um útbúgvingarnar, sum Námsvísindadeildin veitir, og síðani var orðaskifti um, hvussu Norðurlond kunnu fáa fleiri ungdómar at velja lestur í námsfrøði, har tørvurin er so stórur og týdningurin við.