Grønlendingar keypt Suðurvarða

Trolarin Suðurvarði er ikki longur á føroyskum hondum. Royal Greenland hevur keypt skipið frá Viberg Sørensen á Tvøroyri. ? Tað slapst ikki av við vøruna, so tað sigur seg sjálvt, at skipið ikki kann bera seg

Fyri stuttum stóð at lesa í Sosialinum, at Viberg Sørensen á Tvøroyri var noyddur at gevast við sínum royndum við at roykja svartkalva og at hann var noyddur at selja Suðurvarða.

Hesi orð eru nú vorðin veruleiki. Suðurvarði er ikki longur á føroyskum hondum, men er seldur til Grønlands.

Í tíðindaskrivi frá meklarafyritøkuni Maretec stendur at lesa, at fyritøkan hevur selt Suðurvarða fyri Viberg Sørensen til Royal Greenland í Nuuk.

Suðurvarði er góðar 40 metrar til longdar og er ein kombineraður frystitrolari, línu- og garnaskip. Hann varð bygdur í Noregi í 1976 og var totalrenoveraður á smiðjuni hjá Viberg Sørensen á Drelnesi í 1992-93.

Áðrenn Suðurvarði fer til Grønlands skal frystiorkan útbyggjast og tað arbeiði verður gjørt á Skála. Meðan hann liggur har inni verður hann eisini málaður.

Ætlanin hjá Grønlendingum við skipinum er, at tað ein part av árinum skal verða móðurskip og taka ímóti og viðgera svartkalva frá smábátum í Upernavik.

Eingir upplýsingar eru um søluprís í tíðindaskrivinum. Viberg Sørensen vil heldur ikki upplýsa nakað, men hann vil tó siga so mikið, at verður prísurin tikin í mun til ta orku sum er løgd í fyri at fáa alt at ganga, so er prísurin alt ov lágur.

Spurdur um hann ætlar at útvega sær nýtt skip sigur Viberg, at tað veit hann einki um enn.

? Vit hava Annitu og vit hava nóg mikið at gera við henni, men tað er ov tíðliga at siga nakað um vit fara at útvega okkum nýtt skip.