Formaðurin í stóra vinnaraflokkinum Demokraatit, Jens-Frederik Nielsen, talar við fjølmiðlarnar undir valveitsluni í Nuuk. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Grønland vrakaði gomlu leiðandi flokkarnar

Veljararnir fluttu frá stjórnarflokkunum til sosialliberalar og loysingarflokkar

Formaðurin í stóra vinnaraflokkinum Demokraatit, Jens-Frederik Nielsen, talar við fjølmiðlarnar undir valveitsluni í Nuuk. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Valúrslitið í Grønlandi er eitt slag í andlitið hjá stóru stjórnarberandi flokkunum í Grønlandi seinastu mongu árini.

Tað metir granskarin Ulrik Pram Gad frá danska altjóða stovninum (Diis) eftir valið í gjár.

Á valinum fekk vinstravendi Inuit Ataqatigiit (IA) og javnaðarflokkurin Siumut stóra afturgongd.

Síðani 1979, tá heimastýrið varð sett í gildi, er talan um einastu tveir flokkar, sum hava havt landsstýrisformanssessin í Grønlandi.

IA fær eina afturgongd uppá yvir 15 prosentstig á valinum, meðan Siumut verður hálvverað.

- Tað er ein avvísing av teimum báðum stóru stjórnarberandi flokkunum, sum hava bygt sjálvstýri seinastu 40 árini, sigur Ulrik Pram Gad, sum millum annað granskar broytingina í danska ríkisfelagsskapinum.

- Teir báðir flokkarnir fingu eina rættiliga stóra afturgongd, og ónøgdin hevur flutt seg tveir vegir, greiðir granskarin frá.

Annar vegurin er móti liberala flokkinum Demokratunum, sum gjørdist tann størsti.

Hin vegurin er móti Naleraq, hvørs høvuðsfokus er sjálvstýri. Flokkurin gjørdist tann næststørsti.

Granskarin sær fleiri møguligar forkláringar.

- Siumut hevur staðið á odda fyri eini fiskivinnunýskipan, sum er illa umtókt, sigur hann.

- Harumframt haldi eg eisini, at tað er ein kensla av, at ov nógv av tí vælferðarsamfelagnum, sum er bygt upp, ikki riggar. Tað er framvegis ov tungt. Tað sær ov danskt út, og tað veitir ikki ta vælferðartænastu, tað var ætlað.

Tað hevur fingið nógv uppmerksemi í valstríðnum, at amerikanski forsetin, Donald Trump, fleiri ferðir hevur víst sín áhuga fyri at keypa Grønland.

- Vart tú ónøgdur við landsstýrið, so hevur Trump lagt valið undir trýst. Her kundi tú flýggja í fleiri ættir - tað kundi verið inn í tað ókenda við Naleraq, sigur Ulrik Pram Gad, og vísir til, at Naleraq sum vildi seta turbo á sjálvstýristilgongdina.

Og so er tað Demokraatit, sum meira er ein "búskaparpolitisk royndarverkætlan", sigur leiðandi granskarin.

Flokkurin vil hava ein slankari almennan geira, bíligari livikor og fríari karmar fyri vinnuni, men vil bremsa sjálvstýristilgongdini.

Nú liggja samráðingar um at skipa stjórn, har broytt tyngdarpunkt er í Grønlandi, og Demokraatit hevur "servurættin", sigur granskarin.

- Tað er klárt lættast hjá teimum at byggja upp ein meiriluta. Her hava tey tríggjar møguleikar: Annaðhvørt hava teir meiriluta við IA ella Naleraq, men teir kunnu eisini fara saman við Siumut og Atassut. Fyri Demokratarnar eru bæði gott og ringt við í øllum møguleikunum, sigur hann.

 

/Ritzau/

 

Formaðurin í stóra vinnaraflokkinum Demokraatit, Jens-Frederik Nielsen, talar við fjølmiðlarnar undir valveitsluni í Nuuk. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix