Í Grønlandi hava bæði arbeiðsgevarar og tveir av teimum politisku flokkunum lagt landsstýrið undir at hava sovið, meðan ES, Noreg og Føroyar samráddu seg til eina semju um, hvussu ársins makrelkvota skuldi býtast.
Men sambært landsstýrisforkvinuni hevur Grønland einki við semjuna at gera.
-Grønland er ikki við í makrelsemjuni, tí landið er ikki strandarland í hesum høpi, og vit hava ongar ætlanir um at leggja okkum út í semjuna, sigur Aleqa Hammond við KNR.
-Nei, Grønlasnd hevur ikki sovið, meðan hini hava samráðst. Vit skulu hava virðing fyri, at onnur lond gera fiskiveiðisáttmálar, hava tey hug til tess. Onnur lond skulu eisini virða okkara samráðingar. Soleiðis er politikkur, sigur landsstýrisforkvinnan.
Mugu útvega prógv
Aleqa Hammond vísir á, at skal Grønland fáa støðu sum strandarland í hesum høpi, skal landið skipa fyri royndarfiskiskapi eftir makreli og á tann hátt prógva, at makrelfiskiskapurin er nakað, sum fer at standa við. Tástani kann Grønland gera fiskiveiðisáttmálar við onnur strandarlond og útluta kvotur á jøvnum føti við tey, sigur landsstýrisforkvinnan við grønlendska kringvarpið.
Grønlendska fólkatingskvinnan Sara Olsvig hevur í sambandi við ein fyrispurning í Fóklkastinginum sagt, at fyri Danmark er tað ein trupulleiki, um landið er við í einum sáttmála, sum er til gagns fyri Føroyar, men til ógagns fyri Grønland. Men hetta vil Aleqa Hammond ikki leggja seg útí.
-Eg skal ikki leggja meg út í fiskirættindasáttmálar, sum Føroyar gera, og Føroyar skulu heldur ikki leggja seg út í okkara fiskirættindasamráðingar. Vit arbeiða út frá teimum rættindum, ið vit hava sum land, sigur landsstýrisforkvinnan.