Løgreglubáturin Nukik, sum var við í leitingini, hoyrir heima í Qaqortoq. Tað vóru sjálvboðin, sum funnu jolluna við ungdómunum í. Mynd: Grønlands Politi.

Grønland: Trý ung komu afturíaftur í øllum góðum

Løgreglan sigur, at tíbetur gekk alt væl, men hendingin kundi eins væl verið endað í einari vanlukku.

Løgreglubáturin Nukik, sum var við í leitingini, hoyrir heima í Qaqortoq. Tað vóru sjálvboðin, sum funnu jolluna við ungdómunum í. Mynd: Grønlands Politi.

Tíbetur endaði ein leiting eftir trimum ungum fólkum í einari jollu í Grønlandi í øllum góðum.

 

Tað var mánadagin, at trý ung fóru úr Narsarsuaq við kós móti Narsaq. Hetta er ein túrur, sum vanliga tekur einar tveir tímar.

 

Men, tá niggju tímar vóru farnir, og tey ungu ikki vóru komin fram, gjørdist pápin til ein av teimum, sum vóru í jolluni, órógvaður og setti seg í samband við løgregluna.

 

Grønlands Politi fekk fráboðanina klokkan 23.21 mánakvøldið, tá pápin fortaldi, at tey ungu vóru farin úr Narsarsuaq mánadagin klokkan 14, men at tey ikki vóru komin til Narsaq.

 

Ein løgreglubátur við navninum Nukik, sum hevur heimstað í  Qaqortoq, varð sendur at leita, og Arktisk kommando sendi eisini sjóverjuskipið Ejnar Mikkelsen avstað.

 

Í jolluni var hvørki VHF'ur ella onnur samskiftisútgerð. Tískil fekst ikki samband við tey ungu, og hetta førdi so eisini til, at leitiøkið gjørdist rættiliga stórt. 

 

Fleiri sjálvboðin úr Narsaq luttóku eisini í leitingini við jollum og gummibátum.

 

Slakar fimm tímar eftir fráboðanina hjá pápanum gjørdist greitt, at tey trý ungu vóru funnin í øllum góðum, og tað vóru - enn einaferð - sjálvboðin, sum funnu jolluna við turrbrendum tanga.

 

Tey ungu vórðu førd inn til Narsaq, har familjurnar tóku ímóti teimum. Løgreglan sigur, at tíbetur gekk alt væl, men tey leggja aftrat, at hendingin eins væl kundi verið endað í einari vanlukku.

 

 

 

 

 

Løgreglubáturin Nukik, sum var við í leitingini, hoyrir heima í Qaqortoq. Tað vóru sjálvboðin, sum funnu jolluna við ungdómunum í. Mynd: Grønlands Politi.