Í yvirlýsing sigur Medieforbundet i Grønland, TP, millum annað at “Det er helt uacceptabelt, at journalister og mediefolk i Kringvarp Føroya nægtes forhandlingsretten – en grundlæggende faglig rettighed, som alle andre mediefolk i Rigsfællesskabet har haft i årevis.”
Felagið heitir tí á landsstýrið um at viðurkenna og virða rættin hjá miðlafólki í Føroyum at skipa seg við egnum sáttmála.
– Sum áður fráboðað hava Føroysk Miðlafólk stevnt landsstýrinum, sum ikki vil viðurkenna samráðingarrætt felagsins. Stevningin varð fráboðað eftir úrslitaleysan fund við løgmann og landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum mikudagin 2. apríl og formliga latin Føroya Rætti mándagin 7. apríl, skriva Føroysk Miðlafólk.
Kravið í stevningini er stutt og greitt, at landsstýrið verður dømt at viðurkenna, at Føroysk Miðlafólk er eitt felag við avtalu- og samráðingarrætti fyri miðlafólk á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.
Málið er rættuliga prinsipielt fyri Føroysk Miðlafólk. Tað snýr seg um heilt grundleggjandi rættindi, at eitt yrki hevur rætt til at verða umboðað av sínum yrkisfelag. Politiska valdið í øllum okkara grannalondum hevur viðurkent rættin hjá miðlafólki í teirra almennu public service-fjølmiðlum at skipa seg við egnum sáttmála. Tí eru tað norðurlendsku fakfeløgini fyri miðlafólk, sum samráðast um sáttmálan fyri miðlafólkini í DR, NRK, SVT/Sveriges Radio, YLE, RUV og KNR.
Øll fakfeløgini fyri miðlafólk í Norðurlondum stuðla kravi okkara um samráðingarrættin fyri Kringvarpið. Tað var longu gjørt í felags yvirlýsing frá Nordisk Journalistforbund 25. november 2024.
Føroysk Miðlafólk hava einki frætt aftur frá landsstýrinum, síðani stevningin varð fráboðað og síðani latin Føroya Rætti.
##med2##