Grønland: Óreglusemi skal kannast

Nú landstingsval er útskrivað í Grønlandi, detta samstundis burtur tær kanningar, ið skuldu gerast av óreglusemi í landsstýrinum, men tað vilja politikarar nú broyta.

Nú landstingsval er útskrivað í Grønlandi at vera fríggjadagin 28. november, detta samstundis burtur tær kanningar, ið skuldu gerast av óreglusemi í landsstýrinum, men tað vilja politikarar nú broyta.

Ein grannskoðarafrágreiðing skuldi gerast um viðurskiftini, ið elvdu til, at Aleqa Hammond mátti fara í farloyvi sum landsstýrisformaður og at Kuupik Kleist segði tingsessin frá sær, men í somu løtu, sum val var útskrivað, varð henda kanning steðgað.

Sjálv heldur Aleqa Hammond lítið um, at kanningin er steðgað, og nú er líkt til, at allir partar eru áhugaðir í, at kanningararbeiði heldur fram, so tí verður helst vikið frá vanligu mannagongdunum, so kanningin ikki dettur burtur.

Fyrrverandi landsstýrisformaðurin, sum fekk grønlendska landskassan at leggja yvir 100.000 krónur út fyri seg og sína familju, undrast eisini á, hví kikarin ikki verður settur á onnur enn bara seg:

– Nú fýra landsstýrisfólk løgdu frá sær, undrar tað meg, hví eingin hevur spurt tey, um tey kanska eisini høvdu millumverandi við landskassan, spyr Aleqa Hammond.