Grønland hevur mestu smittu í norðurlondum

- Vit hava í løtuni eina ógvusliga smittuspjaðing, sigur grønlendski landslæknin.

Í Grønlandi spjaðir koronu-smittan seg skjótari enn í restini av norðurlondum, tó at landið fram til í fjør summar hevði lítla og onga smittu í mun til onnur lond.

 

Nú omikron-frábrigdið eisini kom til Grønlands, er smittustøðan í landinum vorðin ein heilt onnur, enn hon var.

 

- Vit hava í løtuni eina ógvusliga smittuspjaðing, sigur landslæknin í Grønlandi við grønlendska kringvarpið, KNR.

 

Sambært norska Dagbladet, sum nú eisini skrivar um smittustøðuna í Grønlandi, verður víst til tøl hjá Our World in Data, sum vísa, at Grønland í løtuni hevur størstu smittuspjaðing í norðurlondum.

 

Grønlendski landslæknin sigur, at smittan fór um landið, tá grønlendingar hildu jól og nýggjár.

 

- Í mun til restina av norðurlondum, høvdu vit fáar avmarkingar, tá omikron-frábrigdið rakti okkum, sigur kommunulækni í Grønlandi, sum Dagbladet hevur skift orð við.

 

Leygardagin kunngjørdu heilsumyndugleikarnir í Grønlandi, at landið hevði 788 nýggjar smittutilburðir tey tvey samdøgrini frammanundan. 

 

Vit kunnu leggja aftrat, at bæði Ísland og Føroyar eisini eru lutfalsliga hart rakt av smittu, og smittutølini í øllum trimum londunum hava ongantíð verið so stór sum hesa seinastu tíðina.