Heilt síðan 1980 hevur tað verið ólógligt at innflyta motorsúkklur í Grønland.
Bjørn Lange Kristensen, sum situr í landstinginum fyri grønlendska flokkin, Demokraatit, heldur, at tíðin nú er komin at eftirmeta forboðið.
Tað eru ikki stórar Harley-Davidson-motorsúkklur, sum landstingslimurin sær fyri sær í Grønlandi, men hann heldur, at eitt slíkt forboð eigur at eftirmetast eftir so mong ár.
Tær motorsúkklur, sum enn eru í Grønlandi í dag, eru tískil meira enn 43 ára gamlar, og tað munnu vera fáar, sum nú eru eftir í landinum.
Í Grønlandi settu tey forboð fyri innflutningi av motorsúkklum, eftir at fleiri álvarsligar vanlukkur høvdu verið á grønlendsku vegunum í sjeyti-og áttatiárunum.
Men, nú heldur Bjørn Lange Kristensen, at forboðið eftir so mongum árum eigur at eftirmetast.
Tískil hevur hann sett ein sonevndan grein 37-fyrispurning til grønlendska landstingið, har hann spyr, um tað er rætt, at forboðið frá 1980 framvegis skal vera galdandi.
- Hugurin hjá nøkrum fólkum at koyra á motorsúkklu hevur verið leingi, og hetta er ikki fyrstu ferð, at spurningurin um at seta forboðið fyri innflutningi úr aftur gildi hevur verið frammi, sigur hann við Sermitsiaq.
Bjørn Lange Kristensen leggur aftrat, at Demokraatit er ein frílyntur flokkur, sum stendur fyri frælsi. Tískil er flokkurin ikki fyri ov nógvum forboðum - antin tað eru motorsúkklur ella okkurt annað, sigur hann.