Heilsumyndugleikarnir í Grønlandi fara nú at taka ein steðg í koppsetingini móti koronu, og seinasta freist at fáa koppseting móti covid-19 í Grønlandi er fríggjadagin hin 17. juni.
- Tí kann tað vera neyðugt hjá grønlendingum, sum ætla sær út at ferðast, at biðja sær um eina tíð til koppseting ein av komandi døgunum, upplýsir landslæknaembætið í Grønlandi.
Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, sigur við Sermitsiaq, at tað enn ikki er endaliga avgjørt, nær heilsumyndugleikarnir aftur fara at koppseta eftir summarfrítíðina.
Í landslæknaembætinum verður sagt, at undantøk kunnu gerast, meðan koppsetingin annars er í summarfrí, men sum útgangsstøðið er hin 17. juni seinasti møguleiki fyri summarfrítíðina.
Tað er framvegis ein røð av londum, sum krevja, at tú ert koppsettur móti covid-19, um tú ætlar tær at vitja landið.
- Viðmælt verður, at øll, sum ætla sær út at ferðast, kunna seg um treytirnar í landinum, sum ætlanin er at vitja, siga tey í grønlendska landslæknaembætinum.