Grønland: 981 tilburðir í tvey samdøgur

Seinasta samdøgrið eru staðfestir 457 nýggir koronutilburðir í Grønlandi.

Smittutølini í Grønlandi hava seinastu dagarnar verið rættiliga ógvuslig, og einki er, sum í løtuni bendir á, at tølini fara at minka fyribils.

 

Í dagføring hjá landslæknaembætinum í Grønlandi í gjár vóru smittutølini týsdagin 524, og í dag er talið av nýggjum tilburðum 457.

 

Hetta gevur 981 nýggjar tilburðir í tvey samdøgur, sum er eitt stórt tal - eisini í mun til føroysk viðurskifti, har okkara smittutøl eisini hava verið stór.

 

Smittan í Grønlandi spjaðir seg serliga í høvuðsstaðnum Nuuk, har staðfestir eru 283 nýggir tilburðir - og í Ilulissat, har talið seinasta samdøgrið var 143.

 

Hjá landslæknaembætinum í Grønlandi siga tey, at tilsamans 10 fólk eru innløgd - nøkur orsakað av koronu og onnur av øðrum orsøkum.