Grønland: 788 nýggir tilburðir í tvey samdøgur

- Tá alt landið verður tikið undir einum, er talið av positivum í seinastu dagføring 34 prosent, siga tey í landslæknaembætinum í Grønlandi.

Í gjár staðfesti landslæknaembætið í Grønlandi, at heili 788 nýggir koronu-tilburðir eru staðfestir í landinum síðan seinastu dagføring hósdagin - ella seinastu tvey samdøgrini frá leygardegnum at rokna. 

 

Nú er smitta eisini staðfest á ellisheiminum í Ilulissat.

 

Sermitsiaq veit frá landslæknaembætinum at siga, at nú verða nógv færri kanningar gjørdar í landinum, enn tað vóru áður, og tí verður ikki roknað við, at øll tey smittaðu verða funnin í gjørdum kanningum.

 

- Gongdin í einstøku býunum sæst tískil betur við at hyggja at talinum av smittaðum í mun til talið av kannaðum. Tá alt landið verður tikið undir einum, er talið av positivum í seinastu dagføring 34 prosent.

 

Hjá landslæknaembætinum siga tey, at smittan er í støðugum vøkstri í Grønlandi. Tey vísa á, at størsta smittutal í mun til kanningar er funnið í Ilulissat, har heili 68 prosent av teimum kannaðu vóru positiv.

 

- Tað er stór útbreiðsla av smittu í Ilulissat, og nú er eisini ellisheimið í býnum rakt, har 16 fólk nú eru staðfest smittað. Øll hava fingið tríggjar koppsetingar. Vit hava sett í verk eina røð av avmarkingum á heiminum.

 

Tað sigur landslæknin í Grønlandi um støðuna á ellisheiminum í Ilulissat, Henrik L. Hansen.