Siðstu nátt sendi Grønlands Politi út eina stuttorðaða fráboðan um, at ein smádrongur var deyður í Paamiut í Grønlandi seinnapartin í gjár.
Seinnapartin í dag var nýtt at frætta um syrgiligu hendingina. Niðurstøðan hjá Grønlands Politi er, at drongur læt lív av einari óhepnari hending.
- Fyribils kanningar vísa, at talan er um ein vanlukkuligan tilburð í einari familju í Paamiut, har ein smádrongur læt lív av einum váðaskoti.
Grønlands Politi sigur, at tey í løtuni ikki hava fleiri viðmerkingar til málið, og tað er Sermitsiaq, sum endurgevur fráboðanina hjá løgregluni í málinum.