Grønkjær sær møguleikar í Sonna Ragnar

Føroyski miðverjin hevur góðar møguleikar at blíva seldur víðari, sigur Jesper Grønkjær

Jesper Grønkjær, sum hevur ein fortíð í millum annað Chelsea, Atletico Madrid og Ajax, hevur valt Sonna Ragnar NAttestad á liðið hesa vikuna í Superliguni.

 

Sonni Ragnar byrjaði á fyrsta sinni inni í einum Superliga dysti móti Brøndby sunnudagin. Tað gekk bara avbera væl hjá stóra føroyska miðverjanum, hóast FC Midtjylland tapti 1-0.

 

-       Nattestad er ein spælari, sum er komin burtur úr ongum úr næstbestu deildini í Føroyum. Tú sært hvat FC Midtjylland vil við honum. Teir vilja hava ungar spælarar, sum teir kunnu selja víðari. Hann hevur møguleika at blíva seldur víðari, sigur Jesper Grønkjær, sum er viðmerkjari hjá Viasat.

 

Til ber at síggja sjónbandabrotið við at trýsta HER.