Grøni Háskúlin letur uppaftur

Grøni Háskúlin letur uppaftur við denti á sjálvbjargni, burðardygd og persónligari menning.

Tíðindaskriv frá Grøna Háskúlanum:

 

Spírandi endurupplating

Endiliga fáa ung aftur møguleika at læra um tilfeingi og gagnnýtslu av náttúruni, og hvussu vit kunnu liva og virka í samljóð við náttúruna. Virðini eru enn sum áður sjálvbjargni, burðardygd og persónlig menning.

 

Skúlin, sum er ímyndin av grønu leiðini, vendir sær í fyrstu atløgu til ung millum 17 og 25 ár. Á 16 viku langa skeiðnum í heyst fáa næmingar førleikar og íblástur til ein burðardyggan lívsstíl og til at liva grøna lívið. 

 

 

Virðing, vitan og nýmenning

Hesi eru høvuðsevnini. Við virknari læring og náttúruni sum skúlastovu, nema næmingarnir sær kunnleika um umhvørvið og tilfeingið kring okkum. 

Okkara mál er at virka fyri, at komandi ættarlið við viðring fara at varðveita og endurbøta náttúruna.

Á Grøna Háskúlanum renna siðbundna og staðbundna vitanin um náttúruna saman við samtíðarrákum og nýggjastu gransking uttan úr heimi. 

Háskúlin er rótfestur í náttúruni og tilfeinginum kring okkum. Frálæran er bæði ástøðilig og verklig, og er skipað í evnum við tí tilfeingi, ið árstíðin hevur at bjóða.

Saman við starvsfólkum á skúlanum, staðkendum fólki og serfrøðingum læra vit t.d. um plantufrøði, moldmentan og smálívfrøði. Um jarðarbrúk, velting og djórahald. Um umhvørvi, vistskipanir, lendisrøkt og lívfrøðiligt margfeldni. Vit læra eisini um burðardygd, etikk og djóravælferð. 

Í gerandisdegnum verður dentur lagdur á at skapa góðar vanar at taka við á lívsleiðini. Vit seta spurningar, royna at ávirka og gera mun. Vit hugsa um heildina, alt meðan vit finna loysnir til smáu yvirsæddu virðurskiftini í gerandisdegnum.

 

Skaffa, góðska og matgera

Innløgumentan, tað at fáa matin til høldar, og praktiskir førleikar í tí samhangi, hava ein stóran leiklut í undirvísing og gerandisdegnum á skúlanum. Veiðan á opnum havi, á firðum, í fjøruni, á vøtnum og áum, í bønum, í bjørgum og í fjøllunum hoyrir heystinum til, og fer at fylla nógv saman við leskiliga grønmetinum av Sandi.

Alt tilfeingið skal takast upp og handfarast, hagreiðast, goymast, góðskast og gagnnýtast. Vit læra um reinføri og kostfrøði. Um handverk, mannagongdir, niðursjóving og matgerð. Vit nýta allar sansir og lata okkum kveikjast og tølast, og vit læra at skyna mun á dygd. Íblásturin mennist, og skapanarhugurin birtist. Mentan, list, vælvera og vertskapur renna fagurliga saman í leskiligum heilsugóðum máltíðum, sum vit matgera og eta í felag. 

 

Sjálvbjargni

Tá vit læra og skapa í felag, víðkast sjónarringurin av okkara felags tankagóðsi, kunnleika og hugsjónum. Næmingar menna áræði, hegni og førleikar at loysa ymiskar gerandisstøður, umframt evnini at breyðføða og lívbjarga sær sjálvnum. 

Hesir førleikar stuðla næmingum í persónligu menningini og tilvitanini um eins egna leiklut í náttúruni, nærumhvørvinum og heimssamfelagnum, og vekja harafturat ans fyri, hvørja ávirkan hvør einstakur kann hava.

 

Háskúlalívið á vistarskúla

Tað er eitt sindur bygdasligt í Ísansgarði. Tað eru níggju kømur. Í neðra er køkur og hugnalig stova, har øll savnast til morgunmat og nátturða um kvøldið. Heitur pottur er í túninum, sum kann kyndast til felags løtur. Náttúran er beint uttanfyri, stutt er oman á sand, til ein túr runt vatnið, og mjáa oyggin er ein tann besta til ein súkklutúr til grannabygdirnar. Heima á Sandi er bæði lista-, bóka- og fornminnissavn, á Meginskúlanum er svimjihylur, og møguleiki er fyri at royna seg við bæði kajakk og brimfjøl. 

At ganga á Grøna Háskúlanum er ein virkin lívsháttur, har eingin dagur er eins. Trivnaðurin hevur hægstu raðfesting, og tað verður hjúklað um felagsskapin, ið er sjálv rótin, sum skal fáa alt at vaksa og fáa grønu hugsjónina at blóma. 

 

Gularótin

Um hugur er til at nema sær útbúgving innan tilfeingis- ella rávøruvinnu, ella um hugur er til matgerð, vertskap ella ferðavinnu, so er Grøni Háskúlin júst nakað fyri teg. Eitt heyst á Sandi er eisini ein góður møguleiki hjá tær, sum vil njóta at gera okkurt heilt annað í eina tíð - við náttúruupplivingum, sjálvbjargni, mati úr okkara bestu rávørum í góðum felagsskapi.

 

Ert tú millum 17 og 25 ár? Vit vilja fegin bjóða tær við á ferðina, tí saman kunnu vit gera mun longu í dag!