Gro Harlem Brundtland er Klimadrotningin

Gro Harlem Brundtland er ein av norðurlendsku politisku tungvektarunum. Hon verður 70 ár í ár, men stríðist enn sum ongantíð fyri at politikarar kring heimin taka umhvørvisspurningin í størri álvara.

Á okkara leiðum er Brundtland kend sum fyrrverandi norskur forsætisráðharri, og aðalstjóri í World Health Organization. Kkring heimin er navnið fastknýtt at sonevndu Brundtlandsfrágreiðingini frá 1987. Frágreiðingin sum eitur Our Common Future, var ein frágreiðing frá ST nevndini United Nations World Commission on Envirmental Development (WCED). Brundtland var forkvinna í nevndini, og stóð á odda fyri harða stríðnum at fáa umhvørvið á dagskrá, og tí arbeiðnum sum førdi til umhvørvisráðstevnuna í Rio í 1992, sum legði lunnar Agenda 21 og tað altjóða samstarvið, sum er á klimaøkinum í dag.

Brundtland hevði í farnu viku fyrilestur á stóru altjóða umhvørvisráðstevnuni Beyond Kyoto í Århus.Tað var eingin ivi um, at hon enn hevur sama stríðsanda og at hon er ein av (kanska fáu) politisku fyrimyndunum millum umhvørvisfólk.

Brundtland vísti á, at harða stríðið seinastu 20-25 árini hevur borið ávøkstur. Niðurstøðan er, at talan er um menniskjaelvdar umhvørvisbroytingar og man er tilvitaður um, at verður einki gjørt, so gerst talan um umhvørviskreppu. Brundtland er vorðin meira bjartskygd, nú Obama er komin í Hvítu Húsini.

Avbjóðingarnar er stórar, vit kunnu rokna við 50% fleiri fólkum í heiminum í 2050, og at menningarlondini vilja hava vøkstur fyri at koma úr fátækratrupulleikanum.

Brúk fyri politiskum leiðarum

Stóra avbjóðingin er sostatt at minka um fátækradømi við klimavinarligari menning. Og her hava vit brúk fyri at politiskir leiðarar seta kósina fyri globalum loysnum, sum vísa ábyrgd og møguleikar.

Brundtland vísir á, at talan er um bæði einfaldar loysnir í dagligdegnum og størri strategiskar avgerðir frá politikarunum. T.d. kann ein serlig kúla í turkitrumlum spara 25% av orkuni, tá turkað verður.

 

Tað er avgerðandi neyðugt at verða realistisk, og tað merkir m.a. at viðurkenna at fossilu orkukeldurnar fara at hava stóran týdning komandi árini, m.a. tí at Kina fer ikki at gevast við at brúka kol. Brundtland metir, at Co2 kvoturnar er besta loysnin í hesum føri og tað samsvarar við at “dálkarin betalir” prinsippið frá Rio í 1992.

Tørvur á tøkniligari kolvelting

Fyri at loysa hesar ovurstóru avbjóðingar, er eisini neyðugt at vit fáa ein tøkniliga kolvelting og fáa tøkni spjadda kring heimin.

Brundtland vísti staðiliga á, at stóra avbjóðingin er ikki bert at tálma útlát, men at vit skulu tálma um útlátið, samstundis sum vit minka um fátækradømi og menna triðja heimin, og at hetta verður gjørt meðan fólktalið í heiminum bara veksur.

Hvat krevst

Hetta krevur at londini vilja gera ein leist við langtíðarætlanum, soleiðis at alneyðug umhvørvisátøk ikki skulu gerast partur av árligu fíggjarlógarstríðunum í heimsins londum. Alheims leiðarar mugu taka við hesi ovurstóru ábyrgd og gera ein leist, har eisini fígging fylgir við til at loysa hesar trupulleikar. Brundtland segði skemtandi, Yes we can, men at tað krevur meira enn bert at undiritað eina semju í Keypmannahavn í desember, tað krevur at heimsins leiðarar hava dirvið, áræðið og viljan til at seta pengar til at arbeiða við økjunum. Ttað krevur eisini at parlamentini í londunum góðkenna avtaluna teirra leiðarar koma heim við úr Keypmannahavn. Hetta krevur tí eina breiða hugburðsbroyting og ein fólkavilja til at vilja loysa umhvørvistrupuleikan, og so krevur tað sjálvsagt at USA og Kina taka undir við semjuni.