Orðaskiftið um skattaviðurskiftini hjá Gro Harlem Brundtland hevur nú við sær, at hon og maðurin flyta aftur til Noregs at búgva Tað hevur elvt til nógv orðaskifti í Noregi, at fyrrverandi forsætisráðharrin Gro Harlem Brundtland rindar ikki skatt av sínari ráðharrapensjón, tí hon býr í Fraklandi.
Men nú flytir hon aftur til Noregs at búgva.
-Olav og eg eru komin til ta niðurstøðu, at vit fara at boða fronsku myndugleikunum frá, at vit flyta aftur til Noregs, sigur Gro Harlem Brundtland við blaðið VG.
Gro Harlem Brundtland fær knappar 700.000 norskar krónur í ráðharrapensjón.