Tord Grip, sum var hjálparvenjari hjá Sven-Gøran Eriksson, á enska landsliðnum, leggur harðliga eftir bretsku fjølmiðlunum og teirra arbeiðslagi.
- Teir góvu ongantíð Sven-Gøran ein kjans. Teir hava jagstrað hann og funnið upp á lygnir um hann. Sven-Gøran fekk ongantíð frið, og hann fekk heldur ongantíð tað viðurkenning, sum hann hevði uppiborið, sigur Tord Grip við Skysports.Hann fjalir ikki út yvir, at tað var eitt sera stórt vónbrot fyri venjararnar, at Onglandi reyk úr HM-endaspælinum í fjórðingsfinaluni.








