Grindstop 2014 kostar yvir 3 milliónir krónur

Lamya Essemlali greiddi í Føroya rætti í dag frá, at Grindstop 2014 hevur higartil kostað yvir 3 milliónir krónur.

Lamya Essemlali var innkallað sum vitni í Føroya rætti í dag, í málinum móti teimum átta av skipsmanningini hjá Sea Shepherd, sum vóru handtikin í grindini á Sandi 30. august.

 

Undir avhoyrunum av teimum sjey, sum vóru møtt í dag, kom fram, at tað er Sea Shepherd Frankaríki, ið fíggjar herferðina í Føroyum, í øllum førum hvat viðvíkur off-shore partinum, tað vil siga teimum, sum sigla við bátunum.

 

Les eisini Sea Shepherd má í rættin einaferð afturat

 

Ákærdi eftir ákærda fortaldi, at tað er Sea Shepherd, ið rindaði ferðaseðilin til Føroya, umframt at tað er Sea Shepherd, sum rindar fyri mat og gisting.

 

Lamya Essemlali váttaði hetta fyri dómaranum, tá hon vitnaði. Tað er Sea Shepherd Frankaríki, sum eigur bátarnar og fíggjar off-shore partin av átakinum.

- Sea Shepherd Frankaríki hevur keypt bátarnar og vognarnar og rindar fyri brennievni, mat og gisting, segði Lamya Essemlali í rættinum.

 

Tá hon var biðin um at meta um, hvat átakið hevði kostað higartil, svaraði hon at kostnaðurin allarhelst var omanfyri 3 milliónir krónur, umframt kostnaðin fyri brennievni.

 

Hon var eisini spurd um virði á bátunum, og meinti at virði á teimum var um 1,1 milliónir krónur tilsamans.

 

Lamya Essemlali hevur verið forseti í Sea Shepherd Frankaríki í seks ár.