Grindin verður ikki dripin

Grindin er so lítil, at hon verður merkt til vísindaligt endamál.

Grindin, ið varð funnin uttanfyri Leirvík fyrr í dag, verður ikki dripin. Tað upplýsir løgreglan fyri in.fo.


Í løtuni er grindin annars á veg inn á Fuglafjørð, men talan er einans um fimtan hval, so avgerð er tikin um heldur at merkja hana til vísindaligt endamál, upplýsir løgreglan.