Tað vóru 36 hvalir merktir í grindini, sum legði beinini í Hvalba í morgun.
Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy, sigur, at hann hevur gjørt av at býta grindina til Hvalbingar, sandvíkingar, famjiningar og vágbingar.
Hann sigur, at hetta eru tær bygdirnar, sum ikki fingu part í grindini nýggjársdag. Seðlarnir koma út klokkan 19.30 og tað verður á keiini í Hvalba.
Grindin varð sædd úr landi í Sandvík, har hon lá mitt á fjørðinum. Sandvík er ikki hvalvág, so grindin varð rikin til Hvalbiar og bæði rakstur og dráp gingu væl