Grindin, sum nakað fyri middag varð funnin eina fýra fjóðringar suður úr Vágum, fer væntandi at gera landgongd í Sandavági um íkki so leingi.
Sum skilst eru útivið 50 bátar hjá grindini nú og alsamt fleiri leggjast afturat.
Fyri middag var ivasamt, um grindin kundi haldast til í Sandavági, orsakað av streymviðurskiftunum, men eystfall er nú, og tá burdi verið lætt, at hildið hana til í Sandavági.
Les eisini Grindaboð í Vágum