Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at drápið er liðugt og at tann bólkurin, sum var eftir fyrru ferð, nú eisini er dripin.
- Tað eru eini tveir hval eftir frá tí seinni bólkinum, men eg havi givið boð um at lata teir fara, sigur Finnbogi Midjord.
Drápið gekk skjótt og væl, men grindin er ikki stór. Finnbogi Midjord sigur, at enn er ikki endaliga talt upp, men ein hevði skjótt talt og fingið tað til 25-30 hval tilsamans.










