Grindin, ið varð funnin út fyri Leirvík fyri hálvumøðrum tíma síðani, hevur longu lagt beinini í Fuglafirði.
Mett verður, at talan var um eini 30-40 hval, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.
Sýslumaðurin upplýsir eisini, at ongi serlig trygdartiltøk eru sett í verk, nú tá Sea Shepherd ikki hevur nøkur fólk í Føroyum.
Tað var klokkan 13.48, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at fólk høvdu funnið eina grind uttanfyri Leirvík.