Grindin í føroyskum sjógvi

Hvalirnir, sum fingu sendarar ásettar í Sandavági í summar, og sum enn lata færtta ordiliga frá sær, eru nú aftur í føroyskum sjógvi

Grindahvalirnir, sum fingu sendara ásettan í Sandavági tann 25. august, eru nú aftur í føroyskum sjógvi eftir at hava verið ein túr yviri móti borsku strondini.
Tað søgdu teir frá í gja´r. Tó eru tað bara t´riggir, sum senda relguliga og geva positión, sigur Náttúrugripasavnið á ehimasíðu síni. Og teir tríggir fylgjast.
Onkur av hinum sendir eitt signal soleiðs av og á, men teir igeva onga positión, so ikki ber til at siga neyvt, hvar teir eru. So fyri tann skuld kunnu teir væl vera í somu grindini, sum teir, ið boða ordiliga frá, hvar teir eru staddir.