Grindin er ring at fáast við

Vatnskutararnir hava fingið boð um at taka tað róligt

Tað gongur striltið at reka grindina inn á Skálafjørðin, ið bleiv funnin út fyri Strendur um fýra tíðina seinnapartin, men sambært Jacob Vestergaard, sýslumannin, so vænti hann, at tað fer at eydnast.


- Hon er nokk so ring at fáast við, so tey hava ikki fingið hana at gera landgongd enn, men tað nærkast alla tíðina, og tað sær út til, at tað fer at ganga, sigur Jacob Vestergaard.


Sýslumaðurin vísir á, at tað kanska hevur lyndið at ganga í so harðliga fyri seg, men um menn geva sindur meira tol, so skal tað nokk ganga.


- Teir eru nokk í so harðligir á henni. Serliga onkrir av hesum vatnskutarunum eru harðligir, tá hon kemur inn ímóti. Tað hava teir fingið boð um, at tað skulu teir lata vera við, so nú eru teir eitt sindur meira róligir, sigur Jacob Vestergaard.