Grindamenn kjakaðust við Pamelu

Grindamannafelagið hevði tvey umboð á tíðindafundinum, sum Sea Shepherd og Pamela Andersen skipaðu fyri seinnapartin.

Hóast fyrrverandi Baywatch-stjørnan, Pamela Anderson, ikki kom til landið í morgun, sum hon annars hevði ætlað sær, skipaði Sea Shepherd fyri tíðindafundi á Hotel Føroyum beint eftir døgurða í dag.

Ætlanin var, at hon so skuldi vera við umvegis Skype, men tað riggaði ikki, so í staðin var Pamela Anderson bara at hoyra í eini borðtelefon.

Okkurt hendinga føroyskt fjølmiðlafólk var á tíðindafundinum, men eingin av teimum hevði nakran aktivan leiklut, uttan at onkur mynd varð tikin.

Hinvegin hevði Grindamannafelagið tvey umboð á tíðindafundinum, sum vóru Hans Jacob Hermansen og Ólavur Sjúrðarberg.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Hans Jacob Hermansen greiða frá, hví tey í Grindamannafelagnum valdu at fara á tíðindafundin.