Grindamannafelagið hevur aðalfund leygardagin

Grindamannafelagið hevur aðalfund í Norðurlandahúsinum komandi leygardag – 10. mars.

Dagurin byrjar við at allir sýslymenn, grindaformenn og varamenn teirra eru bodnir til eina hugnaløtu saman í Norðurlandahúsinum klokkan 11.00 til prát og annars bara at vera saman í einum hugnaligum umhvørvi og har tosa um felags áhugamál viðvíkjandi grind, grindarakstri, grindareiðskapi, grinda-drápi og annars felags áhugamál her.

Sjálvur aðalfundurin hjá felagnum byrjar klokkan 13.00 í Norðurlandahúsinum. Fundurin er almennur við fastari skrá:

1) Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.

2) Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram

3) Val av einum nevndarlimi

4) Val av grannskoðara

5) Ásetan av limagjaldi

6) Innkomin mál

7) Ymiskt

Aftan á aðalfundin verður lagt upp til orðaskifti um grindareglugerðina, ið var dagførd í fjør. Møguliga var okkurt gloymt at taka við í fjør og møguliga er okkurt nýtt, ið eigur at fáa umrøðu og møguliga at takast við í enn eina dagføring.

– Vónandi fáa vit eitt gott prát og sakligt orðaskiftið um hetta á fundinum, siga tey í Grindamannafelagnum.

– Sum øllum kunnugt, so var ørgrinna av tíðinda-, miðla- og filmsfólki her síðsta summar. Á fundinum fáa fólk møguleikan at síggja nakað av tí, fólk frá skotsku BBC rásini tóku upp og sum tey seinri í ár fara at vísa. Umframt skotska BBC er eisini onkur av teimum heilt stóru og kendu amerikansku sjónvarpsrásunum áhugaði í at visa henda film . . . so eitt slag av frumframførslu her, sigur Grindamannafelagið.