Grindalógin má takast upp til nýggja, politiska viðgerð, og hon má broytast.
Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi.
Hon er eisini næstforkvinna í Vinnunevndini hjá Løgtinginum, sum hevði ábyrgdina av at viðgera málið.
Seinastu tíðina, hevur grindalógin verið fyri hvøssum atfinningum frá ferðavinnuni. Tað er hent, eftir at fjølmiðlar, eisini stórir, útlendskir fjølmiðlar, sum fólk taka í álvara, hava víst á, at tað stendur beinleiðis í grindalógini, at tann, sum sær eina grind, uttan at boða frá, fær 25.000 krónur í bót.
Hetta er eisini galdandi fyri ferðafólk og tey í ferðavinnuni siga, at tey hava fingið trupulleikar av hesum, tí nú eru ferðafólk beinleiðis drigin upp í grindadrápið, og tað ørkymlar tey.
Les eisini: Ikki gott at fáa hetta at dragast við
Tey halda, at hetta er eitt bakkast fyri ferðavinnuna, og tí hevur føroyska ferðavinnan og tí hevur rópt varskó og hevur mælt til, at lógin verður broytt.
Les eisini: Nú hava vit drigið ferðavinnina upp í grindadráp
Bjørt Samuelsen ásannar, at akkurát hesin parturin av grindalógini fekk ikki serliga nógva viðgerð.
Trýst á pílin undir myndini, og hoyr hana greiða frá, hvussu tað bar til, at hesin parturin av grindalógini, sum viðvíkur ferðavinnuni, ikki fekk nakra serliga viðgerð.