Eisini í Danmark hevur nógv verið gjørt burtur úr føroyska grindadrápinum seinastu tíðina. TV2 hevur í fleiri førum havt innsløg frá Føroyum, meðan Sea Shepherd hevur havt fleiri aktivistar á staðnum, og í morgin verður kjak á donsku rásini.
Føroyska umboðið í kjakinum verður Rógvi Nybo, sum lesur stjórnmálafrøði í Danmark. Mótpartur hansara verður ein danskur limur í Sea Shepherd.
Kjakið verður altso partur av morgunsendingini hjá TV2 í morgin, og verðu tað sent beint eftir klokkan 6 okkara tíð.