Grindafundur í Miðlahúsinum

Grindamannafelagið skipar í annaðkvøld fyri fundi í Miðlahúsinum, har luttakarar á NAMMCO fundinum fara at halda fyrilestrar. Tað verða umboð fyri bæði íslendska, grønlendska, norska og kanadiska hvala- og kópaveiði.

Ein kanadiskur kópaveiðimaður, Denis Longuépée, helt ein sera áhugaverdan fyrilestur á sjálvum NAMMCO fundinum, og hann fer at hava eitt innlegg á fundinum í Miðlahúsinum í annaðkvøld.

Fremmandu fyrilestrarhaldararnir fara hvør í sínum lag at greiða frá veiði í egnum landi, og Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum, vónar, at nógv fólk møtir til fundin, tí nógvir av teimum trupulleikum, ið veiðimenn møta í okkara grannalondum, eru teir somu, sum føroyingar og grindamenn togast við.

Fundurin í annaðkvøld verður klokkan 19.30 og øll eru vælkomin.