Grindafundur í Klaksvík

Í løtuni er grindafundur í yvirfyltari býráðshøll í Klaksvík. Fundurin er almennur, og fegnast fyrireikararnir um, at eisini hópin av ungum »grindafólki« er og lýður á. Jústinius Olsen, djóralækni, greiðir frá nýtslu av blástursóknaronglinum og annars, hvussu hvalurin verður skorin á háls á skjótasta og besta hátt.

Síðani  tá fer Maria Dam, Dr. Sc. kemi, og deildarleiðari á Umhvørvisstovuni at tosa um grindahval sum matvøra. Hon fer at leggja fram nýggjastu kanningarúrslitini og vísa gongdina av dálkandi evnum í grindahvali seinastu 30 árini. Hon heldur m. a; at PCB-innihaldið í grindahvali er í minking. Hetta byggir á kanningar av dálkandi evnum í grindahvali seinastu 30 árini.

Eisini fara býráðslimir at greiða frá, hvat verður gjørt fyri at betra um hvalvágna á Klaksvík.

Á fundinum í býráðshøllini í Klaksvík í kvøld verður eisini høvi at seta spurningar og kjakast um grindatilmælið og annað. Annars koma við ráðum og spurningum um ymiskt, ið hevur við grind og grindarakstur at gera.

Orð og myndir: Dávur Winther